Uttanlands

Joe Biden: Vit vinna valið

– Tað er uppá tíðina at vit koma saman sum tjóð. Tað verður ikki lætt, men vit noyðast at royna, var boðskapurin hjá demokratiska forsetavalevninum, tá hann helt røðu fyri amerikanarum í nátt

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-11-07 10:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Vit vinna valið við einum greiðum meiriluta og við tjóðini aftanfyri okkum. Vit hava fleiri enn 74 mió. atkvøður. Tað er meira enn nakað annað forsetavaevni nakrantíð hevur fingið í søguni hjá USA. Og tað talið heldur á at vaksa.

Tað segði demokratiska forsetavalevnið, Joe Biden, tá hann, stutt fyri klokkan fýra í nátt okkara tíð, helt røðu úr Delaware.

Boðskapurin í røðuni hjá Biden var greið. Amerikanarar eiga at standa saman um at loysa teir trupulleikar, sum eru í landinum og vísa virðing fyri hvørjum øðrum hóast ósemjur.

– Kanska eru vit mótstøðufólk, men vit eru ikki fíggindar. Vit eru amerikanarar, segði hann.

– Vit fara ikki at verða samd um nógv av málunum, men vit kunnu semjast um at vera fólkalig móti hvørjum øðrum. Tað er uppá tíðina at vit koma saman sum tjóð. Tað verður ikki lætt, men vit noyðast at royna.

Eisini legði Biden dent á, at hann sum forseti fór at umboða alla tjóðina, og at hann fór at stríðast líka hart fyri øll, óansæð um tey hava givið honum sína atkvøðu ella ikki, tí tað er hansara arbeiði og hansara skylda, verður hann forseti, segði hann.

Biden lat eisini skilja, at hann og varaforsetavalevni hansara, Kamala Harris longu høvdu tosað við serfrøðingar um, hvussu tey skulu handfara covid-19 farsóttina framyvir.

Enn eru allar atkvøðurnar ikki taldar, men nógv bendir á, at tað verður Joe Biden, sum verður næsti forsetin í USA.

Hann er enn frammanfyri republikanska forsetanum, Donald Trump í bæði Georgia, Nevada og Pennsylvania, umframt í Arizona, har tað enn ikki eru allir miðlar, ið hava útnevnt Biden til vinnara.

Men telur mann Arizona við, hevur Biden í skrivandi stund, sambært DR, 264 valmenn, meðan Donald Trump hevur 214. Fyri at vinna valið skal eitt valevni hava 270.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder