Uttanlands

Joe Biden vitjar í Kyiv

Ukrainski høvuðsstaðurin fekk óvæntaða vitjan í morgun

2023-02-20 10:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Joe Biden, er í dag á vitjan í høvuðsstaðnum í Ukraina, Kyiv.

Tað avdúka myndir, har Biden sæst ganga saman við ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.

Hetta er fyrstu ferð, at amerikanski forsetin vitjar Ukraina, síðan kríggið brast á.

Tað var í morgun, at søgur fóru at ganga um, at Biden møguliga skuldi koma á vitjan. Hetta hendi eftir at umfatandi trygdartiltøk við vegaforðingum og øðrum í miðbýnum í Kyiv vórðu sett í verk. Eisini varð fartelefonnetið stongt fyribils.

Sambært Hvítu húsunum skuldi forsetin vitja grannalandið Poland frá 20 til 22. februar, men Joe Biden hevur nú valt at fara á óvæntaða og ófráboðaða vitjan í Ukraina nú fáar dagar undan ársdegnum fyri russisku innrásini. 

Myndirnar eru tiknar av Twitter

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder