2020-06-13 09:44
Aftaná at hava vunnið føroyameistarheitið í tónleiki (Ársins Navn á FMA) eru Shitboysanir endiliga aftur klárir at leypa runt á pallinum, sum var eldur í. Teir spæla í kvøld kl. 21 á Perlutorginum.
Perlutorgið er plássið uttan fyri Reinsaríið og Perluna. Sjálvt um hann ikki lovar regn, so hevði tað ikki bilað, tí Perlutorgið er undir glasi. Og um øll ikki orka at dansa og hoppa alla konsertina, so bilar tað heldur ikki, tí á økinum eru júst komnir nýggir benkur, formaðir sum stabbagrót og gjørdir úr gamla gólvinum á Reinsarínum.
Konsertin verður úti í frástøðu og við massar av spritti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald