
Joe & The Shitboys vunnu heiðurslønina Ársins Artistur á FMA 2020, og ognaðu sær fyrstaplássið í tónleikakappingini Sement 2021. Nú eru føroysku punkararnir klárir við teirra næstu útgávu, sum ber heitið The Reson for Hardcore Vibes (Again). Hon kom út í gjár, 16. Novembur 2021.
Talan er um 10 løg, sum eru 10 minuttir og 27 sekund tilsamans, sum teir hava prentað á eina ljósareyða 7-tumma vinyl, ið er tøk í Tutl, verður boðað frá í tíðindaskrivi.
Joe & The Shitboys hava teir síðstu tveir mánanir spælt eina rúgvu av væl-ummældum konsertum í Stórabretlandi og Niðurlondum, og hava teir longu fleiri uttanlands konsertir á skránni í 2022:
20. Januar - Eurosonic Noorderslag (ESNS), Niðurlond
27. Januar - Northern Winter Beat, Aalborg DK
1. Februar - Duffy’s, Leicester UK
2. Februar - Boileroom, Guildford UK
3. Februar - Esquires, Bedford UK
4. Februar - Redrum, Stafford UK
Joe & The Shitboys eru hesir:
Fríði Djurhuus - sang
Sigmund V.P. Zachariassen - guitar, kór
Sjúrður Samuelsen - bass, kór
Jónsvein Mikkelsen - Trummur
Sjónbandslagið til sangin Pull the Trigger sæst her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald