Mentan

Joe & The Shitboys við nýggjum sjónbandalagi

Lagið "MR. NOBODY" kann síggjast sum ein dansuttur millumfingur til Jantelógina, greiðir punkorkestrið frá

2024-03-11 14:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroya fremsta punkorkestur Joe & The Shitboys er langt um leingi aftur við nýggjum lagi.

Heitið á nýggja lagnum er "MR. NOBODY", og er úti nú á øllum vanligum stroymingartænastum - eitt nú Spotify, Apple, og Tidal.

Lagið kann síggjast sum ein dansuttur millumfingur til Jantelógina.

Joe sigur soleiðis:

– Eg vildi skriva um eitt evni, ið longu er skrivað so nógv um: tað at geva millumfingurin til tey, ið ikki trúgva uppá teg.

Við lagnum er eitt tilhoyrandi sjónbandalag, sum kann síggjast her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder