Innanlands

Joel undir Leitinum: Nethandilin í Føroyum nógv øktur síðan korona kom

Samstarvið við Magn er partur av strategiini hjá Posta, sum leggur dent á sjálvgreiðslu og at gera tað lættari hjá viðskiftafólki at avgreiða síni viðurskifti talgilt, sigur stjórin í Posta

Joel undir Leitinum, stjóri í Posta

Joel undir Leitinum, stjóri í Posta

2020-10-02 16:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, 1. oktober, fóru Posta og Magn undir nýtt samstarv, sum gevur fólki møguleika at heinta og lata inn pakkar á Magn-støðunum. Les fráboðanina her.

Er mann ikki heima, tá ein pakki verður borin út, fær mann ein lepa, sum greiðir frá, at mann kann heinta hann á nærmastu Magn-støðini, og ynskir mann at lata ein pakka inn, ber til at gjalda fyri flutningin á nýggju appini hjá Posta, sum gevur tær eitt nummar, sum tú skrivar á pakkan. Síðani kann mann lata hann inn við kassan, og so heintar Posta pakkan dagin eftir.

[object Object](Mynd: Posta)

Ein persónur, sum býr á Argjahamri, sum ikki er heima, tá Posta kemur við einum pakkan, kann t.d. fara eftir pakkanum á Magn-støðini á Frælsinum heldur enn at verða noyddur á posthúsið á Óðinshædd.

Posthúsini vera ikki ávirkaði

Ein annar fyrimunur við nýggja samstarvinum er, at fólk kunnu heinta og lata inn pakkar aftaná arbeiðstíð.

– Posthúsið er bert opið til klokkan 16, men Magn-støðirnar hava opið til klokkan 23, og tað er nakað, sum fólk eru fegin um, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.

Samstarvið við Magn fær onga ávirkan á virksemið hjá posthúsunum, og verða tænasturnar har framvegis tær somu.

– Mann kann framvegis lata pakkar inn á posthúsinum, um mann hevur hug. Men er mann ikki heima, verður pakkin latin inn á eini Magn-støð. Framyvir fer mann bert á posthúsið, um talan er um ein serligan pakka, sum mann skal gjalda fyri. Tað eru bert fríir pakkar, sum fara á Magn-støðirnar, sigur Posta-stjórin við Portalin.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Nethandilin øktur nógv orsakað av korona

Síðan korona byrjaði at gera um seg í vár, er nethandilin í Føroyum øktur munandi, og talið á pakkum úr útlondum er eisini vaksið, men tó ikki líka nógv sum innlendis nethandilin í Føroyum, sigur hann.

– Tað er næstan soleiðis, at hvør handil nú hevur ein nethandil, og í allarflestu førum er tað Posta, sum ber vøruna út. Tað riggar væl, og fólk eru glað fyri tað, sigur Joel undir Leitinum.

Nýggja samstarvið er eisini partur av strategiini hjá Posta, sum fer at leggja nógvan dent á sjálvgreiðslu og at gera tað lætt hjá viðskiftafólki at avgreiða síni viðurskifti talgilt.

– Vit hava øgiliga nógv fokus á sjálvgreiðslu, og at tey sum senda vøru til okkum kunnu fylgja við, hvar vøran er, síggja tá vit hava heintað hana, og um avsendarin gevur móttakaraunum tað, vit nevna sportalið, kann viðkomandi, ið hevur bílagt vøruna, eisini fylgja við.

Tá koronasmittan kom, øktist talið á pakkum beinanvegin. Gjøgnum fleiri ár nú eru fólk farin at keypa meira á netinum, men nethandilin tók ordilga dyk á seg, tá korona kom.

Ta tíðina Føroyar vóru uttan smittu, fór talið á pakkum eitt sindur niður aftur, men ikki niður á tað støðið, sum tað var áðrenn, og tað fór beinanvegin uppaftur, tá smittan byrjaði at koma aftur, sigur Joel undir Leitinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder