![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Joen Magnus Rasmussen var ímillum tey tingfólkini, ið tóku orðið í gjár og takkaðu fyri seg. Hetta var ikki væntað - alment hevur tinglimurin hjá Fólkaflokkinum boðað frá, at hann stillar upp.
Joen Magnus Rasmussen varð valdur inn á løgtingsvalinum í 2015, har hann fekk 278 atkvøður sum 7 á listanum hjá Fólkaflokkinum, og tók sessin hjá Anniku Olsen ið hevur røkt borgarstjórastarvið. Tingsetuna frammanundan sat hann sum varamaður fyri Jákup Mikkelsen.
Í seinasta mánað váttaðu Joen Magnus og bróðurin Uni, ið fekk 827 atkvøður til fólkatingsvalið og gjørdist ovast á Fólkaflokslistanum, at teir høvdu deilt valini í ár upp.
At Joen Magnus ikki stillar upp til løgtingsvalið gevur harvið pláss fyri, at Uni Rasmussen ístaðin verður á listanum hjá Fólkaflokkinum, men við in.fo sigur Uni, at eingin støða er tikin um hetta enn.
Joen Magnus Rasmussen takkaði, eins og Bjørn Kalsø, Sonja Jógvansdóttir og Helena Dam á Neystabø fyri seg í tinginum í gjár. Edmund Joensen, Magni Laksáfoss, Kári P. Højgaard stilla heldur ikki upp aftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald