Joey Jordison, fyrrverandi trummusláari í heavy metal-bólkinum Slipknot er deyður, 46 ára gamal. Tað skriva fleiri altjóða miðlar.
Hann svav stillisliga inn mánadagin, sigur familja hansara, men nærri verður ikki greitt frá umstøðunum.
Joey Jordison varð føddur í Des Moines í amerikanska statinum Iowa í 1975. 20 ár seinni, í 1995, var hann við til at stovna Slipknot við Shawn Cruhan og Paul Gray. Fýra ár seinni kom debutútgávan hjá bólkinum, og síðani hevur hann selt milliónir av fløgum um allan heimin.
Joey Jordison var limur í bólkinum fram til 2013. Hann avdúkaði seinni, at orsøkin til, at hann gavst í Slipknot var, at hann hevði fingið staðfest mønubruna.
Slipknot hevur verið ein av best umtóktu tónleikabólkunum í USA. Í 2008 kom Slipknot ovast á hittlistan í USA við lagnum "All Hope is Gone".
Joey Jordison hevur eisini spælt gittar í punkbólkinum Murderdolls, umframt at hann spældi trummur fyri fleiri aðrar metalbólkar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald