J&K Petersen er eitt av feløgunum, sum sleppur at bjóða uppá at byggja flogbreytina til nýggja flogvøllin í Qaqortoq í Grønlandi.
Tað skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.ag.
Talan er um eina 1500 metra langa flogbreyt, og eftir ætlan byrjar arbeiðið í summar. Væntandi verður sáttmáli undirskrivaður við vinnaran av útboðnum síðsti í mai mánað. Sermitsiaq.ag skrivar, at tað fer at taka trý ár at byggja flogvøllin, og at hann í síðsta ársfjórðingi í 2023 stendur klárur.
Fimm feløg eru góðkend at sleppa at bjóða uppá flogvøllin.
Góðkendu feløgini eru hesi:
Pennecon Dexter Joint Venture (Kanada)
MT Højgaard A/S (Danmark)
J & K Petersen Contractors P/F (Føroyar)
Aarsleff-Ístak JV (Danmark/Ísland)
Munck Gruppen A/S (Danmark)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald