Í hesi krýnikuni eru nógvar spennandi frásagnir frá hendingum og stríðum í 1970unum.
Eitt nú var politiskt stríð millum útróðrarmenn og landsstýrið, sum endaði við tiltikna útróðrar-verkfallinum í 1975. Fiskaprísurin var farin nógv niður av oljukreppuni, og útróðrarmenn vóru ikki nøgdir við eina heildarloysn hjá landsstýrinum.
Útvarpið var í 1972 til olympisku leikirnar í Munchen. Sent varð beinleiðis frá kappingum og palestinska partisanálopinum á ísraelsk ítróttafólk. 11 lótu lív.
Frásøgn er frá stríðnum um “Mortan Mols”, sum landsstýrið vildi keypa til suðuroyarsigling og uttanlandssigling. Samgongan stóð ikki saman um at keypa skipið, ið heldur ikki slapp inn á ta stongdu Havnina fyri útróðrarmonnum í verkfalli.
Farmaskipini “Christian Holm” og “Cathrina” komu illa fyri í Bangladesh, har tey sigldu við neyð-hjálparvørum í krígsherjaðum landi. Danska skipið “African Proctor” við føroyskum skipara varð bumbað til botns í Gangesoyrini. Í øðrum víggi rýmdi klaksvíkingurin Lítli Richard úr Svøríki við einum kinesiskum skipi, sum fakfeløgini vildu leggja. Hann kom undan kavi aftur í Rotterdam.
Fiskimarkið var eisini høvuðsmál í Føroyum. Íslendingar vóru í tveimum sera hørðum toska-kríggjum við bretar. Føroyingar fingu sømdir í Íslandi, men vóru kortini skerdir. Tá telvingin um mørkini var um at hæsa av, varð eisini føroyska fiskimarkið flutt út á 200 fjórðingar 1. januar 1977.
Á løgtingsvalinum 1974 kom Pauli Ellefsen á ting. Hann tók sessin frá Trygva Samuelsen. Annar nýggjur tingmaður var Óli Breckmann. Teir settu báðir sín dám á løgtingið. Javnaðarflokkurin við Atla Dam á odda gjørdi nú samgongu við tjóðveldið og fólkaflokkin. Nýggir í landsstýrinum vóru eitt nú Petur Reinert við fiskivinnumálum og Demmus Hentze við fíggjarmálum.
Úr Vestmannaoyggjum rýmdu næstan øll 5.400 fólkini undan stórum gosi í Helgafelli, og úti fyri Suðurvjetnam bjargaði rituvíkingurin Anton Olsen 4.600 fólkum við skipinum “Claru Mærsk”. Hetta varð skýrt heimsins størsta bjarging av sínum slag.
Bókin fæst í øllum bókabúðum og einstøkum øðrum handlum fyri 299 krónur. Hon er góðar 200 síður við teksti og myndum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald