Innanlands

Jógvan Isaksen við nýggjari krimi í desember

"Arktis" er fimta bókina um William Hammer og Skandadeildina

Kápumynd av nýggju bókini

Kápumynd av nýggju bókini

2019-11-27 11:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og tey allarflestu seinastu mongu árini, hevur Jógvan Isaksen eina krimiskaldsøgu til reiðar til jólasøluna.

Í nógv ár var talan um bøkur við Hannesi Martinssyni sum høvuðspersóni, men seinastu árini hevur rithøvundurin skift ímillum, at havt Hannes og Willam Hammer sum høvuðspersón. Í 2017 kom Heljarportur út, og nú er fimta søgan um Willam og co til reiðar.

Søgugongin verður lýst á hendan hátt: 

"Ein fjøld av kinesarum vitjar í Føroyum, og William Hammer og Skansadeildin fáa uppspurt, at hetta er ein sendinevnd, sum er komin at samráðast, men um hvat? Hvørki løgreglan, ferðavinnan ella tíðindafólk vita nakað um hesa vitjan, og myndugleikarnir eru sum farnir undir heilt. William Hammer fær varhugan av, at alt ikki ruggar rætt, at núverandi landsstýrið spælir eitt skuggaspæl og vil loyva Kina at fáa fótin fastan í Føroyum. Føroyar eru nevniliga limir í Arktiska Ráðnum, og tað er akkurát tað, sum Kina tráar eftir. Hvørjar sømdir bjóðar Kina føroyingum aftur fyri at fáa fótafesti í Norðuratlantshavi, og hvør verður kostnaðurin fyri land og fólk? Fyri hvønn dagin veksur fløkjan, og William, Gunnleyg og Dejan mugu gera teirra ítasta fyri at fáa greiðu á málinum - og vandaleyst er tað ikki."

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder