Innanlands

Jógvan Júst Olsen settur sum nýggjur rakstrarleiðari

Rasktrarleiðarin á tekniska økinum í Eysturkommunu hevur millum annað høvuðsábyrgd av vegi og gøtum, bygningum, fríøkjum, ítróttarøki, umframt maskinum og amboðum

2022-08-23 13:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eysturkommuna hevur sett Jógvan Júst Olsen í starv sum rakstrarleiðara yvir tekniska økinum í kommununi.

Rakstrarleiðarin hevur, undir leiðslu av tekniska leiðaranum, ábyrgd av at leggja til rættis, samskipa og leiða arbeiðið hjá arbeiðsbólkunum, og skal samstundis tryggja at arbeiðini verða framd innan ásettar karmar.

Høvuðsábyrgdarøkini eru nøkur í tali: drekki- og spillvatn, vegir og gøtur, bygningar, fríøki og fríðkan, ítróttarøki og spælipláss, og maskinur og amboð.

Eysturkommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder