2022-07-23 09:42
Í døgunum 28. til 31. juli hevur Jógvan Kristiansson Glerfoss listaframsýning í Perluni í Havn.
Hetta er triðja persónliga framsýning hjá Jógvani, síðani hann av álvara fór at mála á vári 2020.
Á framsýningini verða um 25 abstraktir akrylmálningar. Fólk í ymsum hami og fólk í ymsum lívsstøðum eru evni, ið ganga aftur í fleiri av litføgru málningunum.
Fernisering verður fríggjadagin 28. juli frá kl. 15 til 20.
Opið er soleiðis:
- Ólavsøkuaftan 28. juli: kl. 15-20
- Ólavsøkudag 29. juli: kl. 14-20
- Leygardagin 30. juli: kl. 14-18
- Sunnudagin 31. juli: kl. 14-18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald