2021-01-03 20:36

Mikudagin handaði Heðin Zachariasen, fráfarandi borgarstjóri í Sunda kommunu, nývalda borgarstjóranum, Jógvani Kruse, lykilin til kommunuskrivsstovuna.
Tað skrivar kommunan á heimasíðuni.
Heðin, sum í dag er 61 ára gamal, hevur sitið 24 ár í kommunalpolitikki. Harav 20 ár sum borgarstjóri.
Nývaldi borgarstjórin, Jógvan Kruse, er 41 ára gamal, og býr á Oyrarbakka. Jógvan stillaði fyrstu ferð upp á valinum 10. november 2020 og fekk hann flest atkvøður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald