Jógvan Ósá nýggjur tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu

Fíggjarnevndin í Klaksvíkar kommunu hevur í dag gjørt av, at seta Jógvan Ósá í starv sum tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu

2021-12-20 13:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jógvan Ósa er 36 ár. Hann er húsasmiður, bygningskonstruktør og kandidatur í leiðslu og informatik. Harumframt hevur hann útbúgving í verkætlanarleiðslu og aðrar viðkomandi førleikar.

Jógvan Ósa er búsitandi í Klaksvík, og hevur síðan 2017 starvast sum tekniskur leiðari í Eysturkommunu. Hann hevur sostatt gott innlit í tekniska økið og kommunala fyrisiting, umframt verkligar royndir, sum húsasmiður og bygningskonstruktør. Bæði í Føroyum og í Danmark.

Tá freistin at søkja starvið sum tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu var úti, vóru 11 umsóknir. Tríggir umsøkjarar vóru til samrøðu.

Jógvan Ósá tekur við starvinum 1. februar 2022.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder