Innanlands

Jógvan Skorheim: Eg vil gjarna at Sjálvstýri veksur

Jógvan Skorheim afturvísir, at hann einsamallur tók støðu til, at Sjálvstýri ikki skuldi í samgongu

Jógvan Skorheim afturvísir, at hann sjálvur vil stýra Sjálvstýri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jógvan Skorheim afturvísir, at hann sjálvur vil stýra Sjálvstýri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-03-21 12:50 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Eg vil gjarna hava tað, at Sjálvstýri veksur. Men forstreytin fyri at vaksa er, at vit leggja eina greiða politiska linju, og tað er tað, sum vit hava roynt at gjørt. 

Tað sigur formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim. Í gjár var grein á Portalinum, har Rógvi Fossadal, fyrrverandi formaður í landsnevnd Sjálvstýris legði eftir Jógvani Skorheim. Hann segði millum annað, at Jógvan Skorheim vil hava ein lítlan flokk, sum hann kann stýra einsamallur. Men hesum vísir Jógvan Skorheim aftur. 

- Flokkurin er eitt demokratiskt system. Tað merkir, at tey, sum innlima seg í flokkin kunnu verða við til at mynda flokkin, sigur Jógvan Skorheim. Hann afturvísir eisini, at Sjálvstýri bara umboðar Klaksvíkina og er stýrdur av brøðrasamkomuni í Norðuroyggjum. 

Les eisini: Jógvan Skorheim vil ikki at Sjálvstýri skal veksa  

- Tað hava vit prógva við eitt nú pensjónsnýskipanini, sum rakar hvønn einasta borgara í landinum, sigur hann. Hann vísir á at tað er eitt nýbrot, at ein andstøðuflokkur stóð fyri einari tílíkari skipan. 

Landsnevndin tekur avgerðirnar 
Ein av atfinningunum hjá Rógva Fossadal var, at Jógvan einsamallur tekur avgerðir fyri flokkin. Hann segði millum annað, at Jógvan Skorheim einsamallur tók avgerð um, at flokkurin ikki skuldi í samgongu, tá flokkurin samráddist í fjør. 

- Tað varð kallað inn til fund í landsnevndini, har vit skuldu taka støðu til samgongusamráðingarnar. Jógvan møtir upp við kommunalpolitikkarum úr Klaksvík og sigur breinavegin, at hann helt ikki vit skuldu fara í samgongu. Kári P. Højgaard var als ikki samdur, segði Rógvi Fossadal millum annað. Men Jógvan er ikki samdur í hesari útleggingini. 

- Tað er ikki rætt. Vit hava eina landsnevnd og eina samráðingarstøðu. Tað sum verður gjørt upp í einari samráðing er, um flokkurin fær nóg nógva ávirkan. Men vit fingu ikki tað burturúr, sum vit vildu hava. Heldur ikki so stutt upp undir eitt val, sigur formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim. Hann sigur, at støðan var tann sama eftir seinasta val, tá flokkurin ikki fór í samgongu, serliga orsaka av fiskivinnupolitikkinum. 

- Frá tí fundinum, sum var í landsnevndini tá, var tað púra greitt, at vit skuldu ikki fara í samgongu, staðfestir Jógvan Skorheim, sum eisini afturvísir, at hann skal vera fólkafloksmaður meira enn sjálvstýrismaður, sum hann varð lagdur undir av Rógva Fossadal. 

- Eg havi altíð verið sjálvstýrismaður og fari ongantíð at vera fólkafloksmaður. Tann sosiali parturin vigar eisini rættiliga tungt hjá mær, staðfestir hann. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder