Jógvan Skorheim hevur í dag meldað seg upp í Fólkaflokkin, og hann ætlar at stilla upp til kommunuvalið í november.
Tað visti Dagur og vika í kvøld.
Nýggi fólkafloksmaðurin var gestur í sjónvarpsstovuni, og hann avsannaði ikki, at hann ætlaði sær borgarstjóra sessin aftur.
- Mín ambitión er, at flokkurin fær eitt gott val og eisini vinna borgarstjórasessin, og tað fari eg at gera saman við valevnunum í Fólkaflokkinum, segði hann.
Jógvan Skorheim var valdur á ting í 2011 og fýra ár seinni bleiv hann formaður í flokkinum. Eisini var hann borgarstjóri í Klaksvík í átta ár frá 2013 til 2020, og hann situr framvegis í býráðnum.
Í 2021 fór hann frá sum formaður og meldaði seg eisini úr flokkinum. Hann stillaði ikki upp til løgtingsvalið í 2022.
Tað legst afturat við royndum politikkarum í Fólkaflokkinum. Herfyri kom fyrrverandi miðflokkamaðurin, Bill Justinussen upp í flokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald