Jógvan Skorheim hevur seinastu fýra árini verið løgtingsmaður, samstundis sum hann hevur verið borgarstjóri í Klaksvík. Men um tað gongst eftir ætlan hjá formanninum í Sjálvstýrinum á løgtingsvalinum, so verður hetta ikki so framyvir:
- Eg havi áðrenn onnur val sagt, at eg var sinnaður at røkja størvini sum borgarstjóri og løgtingsmaður samstundis. Nú mínar fortreytir eru broyttar, og eg havi tikið nýggja avgerð, vil eg boða veljaraunum frá hesum. Eg vil spæla við opnum kortum, tí tað er tað greiðasta fyri bæði meg og veljararnar, sigur Jógvan Skorheim í tíðindaskrivi seinnaparin.
Jógvan Skorheim vísir á familjuumstøður sum orsøk:
– Nú eru mínar privatu fortreytir broyttar, tí vit júst eru blivin foreldur fyri stuttari tíð síðani, og vil eg eisini hugsavna meg um tað. Tí havi eg avgjørt, at frameftir ætli eg mær ikki at røkja tvey politisk størv av hesum slagi og verði eg valdur í løgtingið, leggi eg frá mær sum borgarstjóri á nýggjárinum
Jógvan Skorheim tók við sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu í 2013. Klaksvíkingurin hevur verið formaður í Sjálvstýri síðani 2015:
– Sjálvstýri hevur ein týðandi leiklut á miðjuni í føroyskum politikki. Sjálvstýri kann byggja brýr millum blokkarnar í føroyskum politikki, og vit kunnu vera við at finna skilagóðar semjur, sum strekkja seg longri enn eitt valskeið og sum kunnu føra føroyska samfelagið fram á leið. Vit liva í stórum broytingartíðum, og tí er umráðandi, at vit varðveita okkara føroyska samleika og finna tær góðu loysnirnar fyri okkara land.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald