Innanlands

Jógvan Skorheim og Jóhann Lützen yvirtikið flutningsfyritøku

Fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík og stjórin á Norðlýsinum yvirtaka Klaksvíksleiðina

2021-05-03 12:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Klaksvíksleiðin bíligast og hevur best tænastu.

Soleiðis siga nýggju eigararnir Jógvan Skorheim og Jóhann Lützen við ein munn, tá teir veraspurdir um, hvat skal eyðkenna fyritøkuna, nú teir hava tikið yvir í dag.

Klaksvíksleiðin tekur sær av flytigóðsi, bæði fyri fyritøkur og privatpersónar. Fyritøkan hevur tveir vørubilar koyrandi millum Tórshavn, Eysturoy, Vágar og Klaksvík, og annars um allar Føroyar, har landfast er, hvønn gerandisdag.

- Undanfarni eigarin Jan Danielsen vendi sær til okkum og segði, at hann ynskti at steðga við Klaksvíksleiðini av ymsum orsøkum. Hann spurdi um vit vóru sinnaðir at yvirtaka Klaksvíksleiðina og so gekk skjótt. Klaksvíksleiðin er ein væl rikin fyritøka, ið hevur ment seg nógv seinnu árini. Møguleikarnir fyri vøkstri eru nógvir, so vit fara undir hesa verkætlan við góðum treysti, sigur Jógvan Skorheim.

- Vit yvirtaka Klaksvíksleiðina í dag uttan at gera stórvegis broytingar. Fyrstu bilarnir eru longu farnir avstað sín fyrst túr við pakkum o.ø til okkara viðskiftafólk. Vit eru kappingarførir og ynskja at veita bestu tænastuna til okkara kundar, sigur Jóhann Lützen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder