- Eg havi altíð verið Sjálvstýrismaður. Abbarnir, foreldrini og øll familjan hevur altíð verið Sjálvstýrisfólk.
Tað sigur Rógvi Fossadal, sum fyri kortum fór frá sum landsnevndarformaður í Sjálvstýri. Rógvi Fossadal hevði tá verið formaður í flokkinum í nøkur ár, men øtast við støðuna í flokkinum og sigur, at fólk venda sær til hann, tí tey ikki kenna flokkin aftur longur.
- Sjálvstýrisflokkurin er blivin til ein lokalan flokk í Klaksvík, sum er stýrdur av brøðrasamkomuni har norðuri, sigur Rógvi Fossadal. Og hann ilskast um, at flokkurin í verður stýrdur av Jógvani Skorheim, sum hann sigur einans er upptikin av sær sjálvum.
- Hann vil ikki hava flokkin at veksa. Tað snýr seg um borgarstjóran Jógvan Skorheim og onki annað, staðfestir Rógvi Fossadal, sum heldur at sterkar kreftir í flokkinum eru stygdar vekk av afturhaldssinnaða politikkinum hjá Jógvani Skorheim.
- Í veruleikanum átti allur flokkurin at broytt alla stevnisskránna, um tað, sum Jógvan stendur fyri skal halda fram, staðfestir Rógvi Fossadal, sum heldur floksformannin vera tættari Fólkaflokkinum enn Sjálvstýri.
- Í veruleikanum er hann kanska mest fólkafloksmaður. Men hann veit sjálvur, at kappingin er ov stór í fólkaflokkinum Klaksvík, sigur Rógvi Fossadal, sum heldur at málið hjá formanninum í Sjálvstýri er at hava ein flokk, sum hann kann stýra einsamallur.
Jógvan Skorheim tekur avgerðir uttanum flokkin
Tá samgongan varð skipað í 2015 og tá samgongan misti meirilutan í fjør, var Sjálvstýri í samráðingum við samgonguna. Leingi hevði Jógvan Skorheim alment róð uppundir, at flokkurin umhugsaði at fara í samgongu. Men Rógvi Fossadal sigur, at Jógvan einsamallur steðgaði flokkinum í at fara í samgongu.
Hann vil ikki hava flokkin at veksa. Tað snýr seg um borgarstjóran Jógvan Skorheim og onki annað
- Á fyrsta fundin við samgonguna fóru Jógvan Skorheim, Kári P. Højgaard og Bárður Kass Nielsen. Avtala varð gjørd um, at eg skuldi fáa kunning um kvøldið. Eg varð ringdur upp av Kára um kvøldið, sum segði at fundurin hevði gingið heilt gott, og at flokkurin hevði fingið 95 prosent av tí, sum vit ynsktu, sigur Rógvi Fossadal, sum tá var formaður í landsnevndini í flokkinum. Hann greiðir eisini frá, at Jógvan Skorheim einsamallur tók støðu til at siga nei, uttan at flokkurin fekk møguleika at viðgerða málið.
- Tað varð kallað inn til fund í landsnevndini, har vit skuldu taka støðu til samgongusamráðingarnar. Jógvan møtir upp við kommunalpolitikkarum úr Klaksvík og sigur breinavegin, at hann helt ikki vit skuldu fara í samgongu. Kári P. Højgaard var als ikki samdur, greiðir Rógvi Fossadal frá. Á fundinum varð eisini sagt, at flokkurin skuldi taka støðu innanfyri ein tíma, so Jógvan fór út og takkaði nei, uttan at landsnevndin kundi viðgerða málið. Sjálvstýri hevði sambært Rógva Fossadal fingið eitt landsstýrisfólk og tað mesta av politisku ynskjunum hjá sær á samráðingarfundum við samgonguna.
- Um vit ynsktu tað, eri eg sikkur í, at Magni Laksáfoss eisini hevði komið í flokkin og at vit høvdu fingið eitt landsstýrisfólk. Tá hevði talan verið um fýra umboð í landspolitikki heldur enn tvey. Men Jógvan Skorheim vil ikki at flokkurin skal veksa. Hann skal bara kunna stýra honum sjálvur, staðfestir Rógvi Fossadal.
Var ímóti Magna Laksáfoss frá byrjan
Ein onnur ósemja, sum longu er blivin rættiliga almenn, er ósemjan um Magni Laksáfoss skal sleppa upp í Sjálvstýri. Magni hevur ongantíð tikið støðu til, at hann vil í Sjálvstýri, men tað er ongin loyna at økisfelagði hjá felagnum í høvuðsstaðnum hevur havt samráðingar við hann.
Men meðan økisfelagið í høvuðsstaðnum hevur tingast við Magna Laksáfoss, hevur Jógvan Skorheim boðað alment frá, at Magni Laksáfoss ikki er vælkomin í flokkinum.
- Ein í flokkinum varð biðin um at tosa við Magna, sum ikki hevði tikið støðu til, um hann skuldi koma í flokkin. Á fundi á Gamla Apoteki skuldi kunning vera um, hvat Magni hevði sagt. Tá møtir Jógvan Skorheim aftur við manning úr Klaksvík og sagt varð beinavegin, at nú skuldu vit atkvøða um Magna Laksáfoss, greiðir Rógvi Fossadal frá, sum sigur at hann steðgaði atkvøðugreiðsluni.
Um tað var ynskið, eri eg sikkur í, at Magni Laksáfoss hevði komið í flokkin og at vit høvdu fingið eitt landsstýrisfólk.
- Eg segði at her var onki at atkvøða um, tí talan var bert um eina kunning um, hvørt Magni Laksáfoss hevði áhuga ella ikki. Hann hevði jú ikki tikið nakra støðu enn. Men eftir fundin fór Jógvan Skorheim út í miðlarnar og segði, at Magni Laksáfoss var ikki vælkomin í flokkin, greiðir Rógvi Fossadal frá. Fyrrverandi Landsnevndarformaðurin gjørdist tá illur, tí flokkurin hevði ikki tikið støðu til Magna Laksáfoss, sum heldur ikki hevði biðið um at blíva limur. Hann segði við VP.fo, at Magni sjálvandi var vælkomin í flokkinum. Men sambært Rógva Fossadal, vórðu umboð hjá flokkinum ringd upp av Jógvan Skorheim 8-10 ferðir fyri at hjálpa sær. Boðini vóru, at Rógvi Fossadal og onnur royndu at oyðileggja politikkin hjá Jógvani Skorheim.
- Eg havi ongantíð merkt nakran valdsdyst áður. Men tá eitt nú avgerð skuldi takast, um vit fóru í samgongu, var brádliga stríð. Men Jógvan Skorheim vil bara hava sínar tvær lønir, annars hevði hann havt møguleika fyri at voksið um flokkin, staðfestir Rógvi Fossadal, áðrenn hann sigur at hann kennir seg noyddan at siga frá hesum alment.
- Eg haldi at Sjálvstýrisveljarin hevur uppiborið sannleikan, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald