Innanlands

Jóhan Christiansen fyri Bjørg Brynhildardóttir Egholm

Bjørg Brynhildardóttir Egholm hevur biðið um farloyvi hesa vikuna.

(Mynd: Løgtingið)

(Mynd: Løgtingið)

2026-11-09 14:01 Author image
Alda Nielsdóttir

Dagsins tingfundur byrjaði við eini umbøn um farloyvi frá Bjørg Brynhildardóttir Egholm, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Í hennara stað kemur Jóhan Christiansen, sum er næstur á listanum hjá Tjóðveldi, sum fekk 309 atkvøður á løgtingsvalinum í mars.

Bjørg Brynhildardóttir Egholm er í farloyvi frá í dag og eina viku fram.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder