Innanlands

Johan Dahl heldur fram sum formaður

Veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í suðurstreymi hevur valt nýggja nevnd

Ingi Mittún, Johan Dahl, Petur Frank Jákupsson Holm og Beate Lindenskov Samuelsen

Ingi Mittún, Johan Dahl, Petur Frank Jákupsson Holm og Beate Lindenskov Samuelsen

2021-03-09 19:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í suðurstreymi, sum eitur Føroya Væl, hevur á aðalfundi valt nýggja nevnd við bæði kendum og nýggjum andlitum. 

Nevndin hevur skipað seg og nýggja nevndin er hendan:
Johan Dahl, formaður
Ingi Mittún, næstformaður
Beate Lindenskov Samuelsen, skrivari
Petur Frank Jákupsson Holm, kassameistari
Petrina Berg á Lag, nevndarlimur

Tiltakslimir eru Petur Ellefsen og Petur Weihe

Petrina Berg á Lag vantar á myndini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder