Innanlands

Lagdur undir at hava gjørt fremmanda kvinnu við barn

Johan Dahl kennir seg ærumeiddan. Ónavngivin persónur skal hava íspunnið søgu um, at løgtingslimurin skal hava gjørt eina fremmanda kvinnu við barn. Nú er málið meldað

Johan Dahl (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Johan Dahl (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-28 15:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgtingsmaðurin Johan Dahl hevur í dag meldað eitt mál um forfylging og ærumeiðing. Málið skal snúgva seg um, at ein ónevndur persónur seinastu seks mánaðirnar skal hava ákært løgtingsmannin fyri at hava gjørt eina fremmanda kvinnu við barn.

Johan Dahl staðiliga afturvísir hesa søguna. Tað er á sínum Facebookprofili í dag, at hann boðar frá hesum.

Øll boðini hjá Johan Dahl eru soljóðandi:

- Eg havi sæð meg noyddan at fara til løgregluna í dag við einum máli um chikanu og ærumeiðing av mær. Sjálvur havi eg annars sera breiðan rygg politiskt og mangan staðið fyri skotum, men tá man byrjar at gera sálarligan ágang persónligt á meg og familju mína, flýtur bikarið yvir.

- Seinastu seks mánaðarnar hevur ein ónevndur persónur, fyrst við tveimum anonymum maskinskrivaðum brøvum, send persónliga til konu mína, og síðan við at fara út á ein miðil, sum eitur Jodel við hesi íspunnu sera álvarsomu ákæru, at eg skal hava gjørt eina fremmanda kvinnu við barn.

- Tá haldi eg nokk er nokk.

- Til øll tey, sum hava tikið hesa søgu til sín og ført hana víðari i umferð, kann eg bert staðiliga afturvísa hesi tíðindi sum reint uppspinn frá onkrari sjúkari sál.

- Vónandi kann løgreglan loysa hetta málið og finna fram til hvør viðkomandi sum hevur sett hesa søgu ígongd er.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder