
- Tað rætta er at vera proaktivur og seta krøv til at steingja skeinkistøð um jólini, segði Johan Dahl undir triðju viðgerð av uppskotinum um at geva landsstýrismanninum í vinnumálum, Helga Abrahamsen, heimild at avmarka afturlatingartíðir hjá matstovum og skeinkistøðum.
Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn spurdi undir viðgerðini í gjár Johan Dahl um, hvussu hann helt, at heimildin átti at verið brúkt.
- Skeinkistøðini skulu stongjast, og so má man geva barreigarunum fult endurgjald fyri tapið av tí. Hetta fyri at tryggja at fólk ikki savnast, segði Johan Dahl.
- Alt annað er høpisleyst. Um tú ikki gert tað, fer smittan at spreiða seg, tí tað er har smittan breiðir seg. Man ma´heita á fólk um at vera heima hjá familju síni, segði hann.
Uppskotið varð samtykt við triðju og seinastu viðgerð í gjár við 15 atkvøðum fyri og 12 ímóti. Heimildin er galdandi til 1. februar.
Enn hevur landsstýrismaðurin ikki kunngjørt nakað um avmarkingar, men mánadagin seinnapartin hevur landsstýrið tíðindafund, har kunnað verður um nýggj tilmæli í sambandi við covid-19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald