Innanlands

Jóhanna Jancyardóttir og Heri Reynheim nýggj í stýrinum fyri Dugna

Magni á Deild Olsen er afturvaldur, og umframt tey trý sita Martin Karl Olsen og Ása Olsen í nevndini. Tey, sum nú eru vald, eru vald fyri tíðarskeiðið 1. september 2026 til 31. august 2030..

Á myndini: Martin Karl Olsen, Margit Stórá, Elin Ludvig, Magni á Deild Olsen, Heri Reynheim, Ása Olsen og Jóhanna Jancyardóttir (Mynd: abmr.fo)

Á myndini: Martin Karl Olsen, Margit Stórá, Elin Ludvig, Magni á Deild Olsen, Heri Reynheim, Ása Olsen og Jóhanna Jancyardóttir (Mynd: abmr.fo)

2026-09-24 16:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Almanna- og bústaðamálaráðið: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur valt tríggjar limir í stýrið fyri Dugna.

Jóhanna Jancyardóttir og Heri Reynheim eru nývald, meðan Magni á Deild Olsen er afturvaldur. Tey eru vald fyri tíðarskeiðið 1. september 2026 til 31. august 2030.

Umframt tey trý sita Martin Karl Olsen og Ása Olsen í stýrinum.

Stýrið hevur nú skipað seg av nýggjum við Jóhonnu Jancyardóttir sum forfólki og Martini Karl Olsen sum næstforfólki.

Í gjár vitjaði landsstýriskvinnan Dugna, har hon heilsaði upp á stýrið og ynskti limunum góðan arbeiðshug.

- Dugni hevur ein týðandi leiklut í at hjálpa fólki at menna sínar arbeiðsførleikar og fáa ella varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Eg fegnist um, at stýrið er farið til verka, og síggi fram til, at tað saman við leiðsluni heldur fram at menna tilboð, sum geva fleiri fólkum møguleika at brúka sínar førleikar og gerast partur av arbeiðslívinum”, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum.

Nýggju limirnir hava báðir drúgvar og viðkomandi royndir við sær í stýrisarbeiðið.

Jóhanna Jancyardóttir er eindarleiðari fyri eindina Børn og ung í Almannaverkinum. Hon er útbúgvin námsfrøðingur og hevur drúgvar royndir innan leiðslu, virknistænastur og sosiala økið.

Heri Reynheim er formaður í Havnar Arbeiðarafelag og hevur drúgvar royndir frá arbeiðsmarknaðinum og fakfelagsarbeiði.

Landsstýriskvinnan takkar samstundis fráfarandi stýrislimunum fyri teirra íkast og arbeiðssemi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder