Innanlands

Johanna nýggjur serlækni í maga-tarm og livrasjúkum

Johanna Petersen tók við starvinum 1. desember

Johanna Petersen

Johanna Petersen

2021-12-08 12:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað legst aftrat við serlæknum í føstum størvum í Sjúkrahúsverkinum. Tann 1. desember tók Johanna Petersen við sum yvirlækni í medicinskum maga-tarm og livrasjúkum á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Johanna tók embætisprógv sum lækni á Syddansk Universitet í Odense í 2008. Hon hevur verið í KBU og í introstarvið á Svendborg sjúkrahúsið. Serlæknaútbúgvingin hevur verið á Sygehus Lillebælt í Vejle og á Odense Universitetshospitali.  

Í 2017 vardi Johanna sína PhD verkætlan undir heitinum “Fyribyrging av bløðandi magasárið í almenn praksis”. Hetta var ein tvørfaglig verkætlan millum medisinsku maga-tarm-deildina á Odense Universitetshospitali og granskingareindina hjá kommunulæknunum í Odense.

Nú Johanna Petersen hevur tikið við føstum starvi, eru tveir serlæknar í maga- tarm og livrasjúkum á Landssjúkrahúsum. Tað fer at gera góðan mun, tí í mong ár hevur einans verið ein gastroenterologur í føstum starvi í Føroyum, skrivar Sjúkrahúsverkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder