
Nes kommuna: Leygardagin 1. mars verður Johanne Malene Petersen, Saltnes, vanliga nevnd Jóhanna, 100 ár.
Jóhanna varð fødd uppi í Gørðum á Strondum tann 1. mars 1925. Foreldrini vóru Ragnhild og Jógvan Johansen. Hon átti ein beiggja, sum doyði sum lítil, og so vóru tær fimm systrar. Mamman doyði av barsilsfepri, tá ið yngsta systirin, Julianna, varð fødd.
Tá var Jóhanna fýra ára gomul, og hon fór tá at búgva hjá ommuni og abbanum á Tvøroyri, sum búðu uppi í Valinum. Jóhanna kom inn aftur á Strendur at búgva, tá ið hon var um skúlaaldur. Tvey ár seinni fór Jóhanna at búgva hjá skyldfólki á Húsum. Hon búði hjá Dáva á Húsum, ommubeiggjanum. Hon búði á Húsum, til hon var næstan 16 ára gomul, tá ið hon hon flutti út aftur á Strendur.
Tá í tíðini var vanligt, at gentur fóru í húspláss. Tað fór Jóhanna eisini. Fyrst tænti hon hjá familju á Selatrað. Síðani tænti hon í Runavík, í Saltangará og í Havn.
Tað var, meðan hon var í húsplássi hjá Símun á Høgabóli, at hon møtti einum fittum saltnesdreingi. Johannes Ingvard Petersen og Jóhanna vóru trúlovaði í trý ár og giftust í Nes kirkju, tann 7.mai í 1950. Tey giftust inn í barnaheimið hjá honum, har fleiri fólk búðu frammanundan. Tað bar væl til, tí kærleiki og tolsemi valdaði.
Jóhanna arbeiddi heima, og nóg mikið var at gera. Tey fingu fýra dreingir og eina gentu. Elsti sonurin livdi bara fimm mánaðir. So kom Ragnhild, Johannes, Jógvan og Ingolf. Nú eigur Jóhanna 12 ommubørn, 19 langommubørn og 4 oldurommubørn. Maður hennara, Johannes Ingvard doyði í 2011 og Johannes, sonurin, í 2017.
Tá ið børnini vóru vaksin, fyrst í 1970-unum, fór Jóhanna at arbeiða á Nyki. Hetta arbeiði dámdi henni ógvuliga væl, og har arbeiddi hon, til Nykur stongdi í kreppuni í 1992.
Jóhanna hevur altíð verið sera røsk, blíð og løtt á fótum. Fyrr gekk Jóhanna nógv í kirkju, hjálpti til at vaska kirkjuna, savnaðist við seinnapartssamkomuni í Tabor og í dagtilhaldinum á Vesturskin. Síðstu árini hevur hon verið meira heima.
Jóhanna býr enn einsamøll heima, hon fylgir væl við í útvarpinum og sjónvarpinum. Tað verði seg um samfelagsviðurskifti, guðstænastur, møti og ikki minst í ítrótti, serliga tá íð B68 spælir. Jóhanna er sera takksom og fegin um familjuna, sum fyllir nógv. Hurðin er altíð opin og gestablídni er í hásæti.
Jóhanna hevur trivist væl í Saltnesi og sigur, at í Saltnesi hevur verið gott at búgva. Tað er so sera veðurgott og sera gott grannalag.
100 ára føðingardagurin hjá Jóhonnu verður hildin leygardagin 1. mars frá klokkan 16 tiil 20 á Svangaskarði, har tað er opið hús.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald