Innanlands

Jóhannes Vitalis Hansen verður føroyskur sendimaður í Keypmannahavn

Hann tekur við starvinum 1.oktober. Jóahannes avloysir Sigmund Ísfeld, sum eftir sjey ár í starvinum fer til Beijing, at gerast fyrsti føroyski sendimaður í Kina

Norðurætlansbryggjan, har sæti hjá føroysku sendistovuni er

Norðurætlansbryggjan, har sæti hjá føroysku sendistovuni er

2019-08-27 11:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jóannes V. Hansen hevur áður verið sendimaður í London. Í Føroyum hevur hann arbeitt í Uttanríkismálaráðnum. Kringvarpið skrivar, at í fyrsta umfari røkir hann starvið úr Føroyum til nýggjár; eins og Sigmundur Ísfeld hevur gjørt tvey tey seinastu árini.

Samstundis hevur Sigmundur staðið fyri arbeiðinum at fáa handilsavtalur við lond í Fjareystri. Nú tekur hann við sum sendimaður í Kina

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder