Mentan

Jóhannudagur verður leygardagin

Leygardagin 11. september verður familjutiltak á keiøkinum í Vági, tá sluppin Johanna TG326 er karmur um ein maritiman dag – Vágs kommuna hevur nú kunngjørt skránna fyri dagin

2021-09-08 15:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 11. september verður familjutiltak á keiøkinum í Vági, tá 137- ára gamla sluppin Johanna TG326 er karmur um ein maritiman dag. Á skránni er ymiskt, sum kann knýtast at havinum. Vágs kommuna hevur nú kunngjørt skránna fyri dagin.

Byrjað verður klokkan 11 leygarmorgunin, tá áhugafelagið Sjódypp bjóðar øllum, bæði royndum og óroyndum, at royna havsvimjing uttan fyri pirin í Vági. Klokkan 12.30 verða gomlu Grindabátarnir flótaðir á fjørðinum, og frá klokkan 14 verða fleiri tiltøk á keiøkinum, har Johanna TG326 og M/S Thorshavn hava opið skip. Eisini kemur Brimil til Johannudagin og hevur Brimil opið skip frá klokkan 14 til 17. Eisini verður Actionboat á fjørðinum við ymiskum undirhaldi, og somuleiðis er møguligt at leiga kajakkir frá Suðuroyar Kajakk. Á keiini verður eisini hoppiborg og kør við livandi djórum.

Klokkan 14.30 verður togtogan yvirum Smyrlakeiina og djúphavnina, har taparin endar í bátahylinum. Eisini verður skattajakt til børn.

Klokkan 16 verður stórt vatnkríggj á fjørðinum og við keiina. Í vatnkrígginum luttekur Brimil, Sløkkiliðið í Vági, Johanna TG326 og almenningurin. Í sambandi við vatnkríggið verður heitt á øll, sum eiga bátar, um at koma á fjørðin og luttaka í krígnum. Og er tað onkur, sum hevur pláss í bátinum, so er bara at bjóða fólki á keiøkinum við. Heitt verður á øll um at taka vatnpistólar við, og um ynski er at sleppa í bátar, so er bjargingarvestur krav.

Klokkan 17 tendrar Johanna TG326 grillina í tjaldinum á keiøkinum, har høvið verður at keypa vælsmakkandi Johannubúffarnar. Tá kvøldið nærkast verður felagssangur í tjaldinum klokkan, 19 og klokkan 22 verður bryggjudansur við Hans Jacob Hjelm í tjaldinum.

Um onkur hevur hug at rógva við grindabátunum, so er møguleiki til tess. Áhugaði kunnu venda sær til Miðlatún.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder