Árligi Johannudagurin verður leygardagin 2. septembur í Vági.
Johannudagurin er ein góður og hugnaligur familjudagur á keiøkinum og á Vágsfjørði og hevur við tað, sum hoyrir til sjógvin og sluppuna Johannu TG326.
Fyrireikingarnar til dagin eru í gongd og skráin verður almenn, tá Johannudagurin nærkast. Tó kann væntast, at stóra vatnkríggið verður á keiini. Eisini verður skattaveiða, syngið við og livandi havdjór.
Johannudagurin varð fyrstu fer fyriskipaður í september 2021 og avgjørt varð síðani, at hesin dagurin skuldi verða ein afturvendandi familjudagur í Vági. Í høvuðsheitum snýr dagurin sjeg um sluppina Johannu TG326 og tað maritima, sum er í, á og kring Vágsfjørð.
Felagið Johanna TG326 og Vágs Kappróðrarfelag skipað fyri saman við Vágs Kommunu.
Vágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald