Mentan

John Carter Cash vitjar aftur í Føroyum

Hevur konsert í Reinsarínum sunnukvøldið 2. juni saman við konuni Ana Christina

2019-05-21 07:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hjúnini John Carter Cash og Ana Christina Cash vitja á Reinsarínum sunnudagin 2. juni. Á skránni er tónleikur hjá Johnny Cash, teimum sjálvum og øðrum.

John Carter Cash var í Føroyum í 2013. Tá vitjaði hann í Norðurlandahúsinum við sínum showi »Cash on Cash«, har hann spældi sangir og fortaldi søgur um faðir sín, Johnny Cash.

John Carter hevur gott til at bregða. At vera ommusonur Maybelle Carter er í sær sjálvum ein tungur tónleikaarvur, og tá man eisini er einasta barn í hjúnalagnum hjá June Carter Cash og Johnny Cash, so var tónleikaleiðin sett frá barnsbeini.

Sum tónleikaframleiðari hevur John Carter Cash arbeitt bæði við mammu og pápa sínum, umframt nøvnum sum m.o. Marty Stuart, Loretta Lynn, Chris Cornell, Kris Kristofferson, Jewel, Elvis Costello, Vince Gill, Sheryl Crow, Rosanne Cash, Willy Nelson og Alison Krauss. Sum framleiðari hevur John Carter Cash vunnið fimm grammy heiðurslønir. Saman við Rick Rubin stóð John Carter Cash fyri framleiðsluni av »American History«-plátunum hjá pápanum.

Hann hevur spælt hópin av plátum inn sjálvur. Í fjør gav hann út útgávuna »We must believe in Magic«.

Á ferðini hesaferð hevur John Carter Cash konuna, Ana Christina Cash, við. Ana Christina er fødd í Florida, dóttur kubansk flóttafólk.

Ana Christina gjørdist kend um alt USA í 2005, tá hon 19 ára gomul gjørdist fyrsta kvinna av latínamerikonskum uppruna, ið sang tjóðsangin við setanina av einum amerikonskum forseta.

Hon hevur givið fleiri plátur út, ið hava fingið góða móttøku. Síðan hon í 2016 giftist John Carter Cash hava tey arbeitt nógv saman. Hennara rødd er sera fjølbroytt – frá tí tølandi og myrka og upp í tað høga og reina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder