Mentan

John Fogerty í Royal Arena

Maðurin handan ”Bad Moon Rising” og ”Proud Mary” kann upplivast á Amager í summar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-01-21 10:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru nógv, sum hava hildið uppá, at um ein kanning varð gjørd av, hvønn sangara føroyingar helst høvdu vilja uppliva á konsert í Føroyum, so hevði ein maður vunnið, John Fogerty, sangari í navnfræma orkestrinum Creedence Clearwater Revival, sum eigur heiðurin av kendum sangum sum til dømis ”Bad Moon Rising”, ”Who’ll Stop the Rain” og ”Proud Mary”.

Í summar – 11. juli, sama hóskvøld sum G! Festivalurin byrjar í Syðrugøtu – heldur John Fogerty konsert í Royal Arena nærhendis flogvøllin í Keypmannahavn.

John Fogerty var oddamaður í bólkinum Creedence frá 1967 til 1973 og hevur síðan við hepnari hond roynt seg einsamallur. Sjangran er blues, country, rock og folk, eisini kallað americana.

Sambært heimasíðuni hjá Fogerty kann hann eisini upplivast í Noregi í juni mánaði. Í Spectrum í Oslo 4. juli og í DNB Arena í Stavanger dagin eftir.

Fogerty hevur givið út níggju útgávur síðani hann fór solo í 1973, seinast við útgávuni ”Wrote a Song for Everyone” frá 2013.

John Fogerty er limur í bæði Rock & Roll Hall of Fame og Songwriters Hall of Fame heima í statunum.

Royal Arena hevur nógv spennandi nøvn at bjóða uppá. Bara í summarmánaðunum juni og juli ber til at hoyra eitt nú Tenacious D, Elton John, Backstreet Boys, Eagles, Mark Knopfler, André Rieu, John Fogerty og Gregory Porter. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder