Uttanlands

John Lee verður nýggjur leiðari í Hong Kong

Í apríl upplýsti Carrie Lam, sum hevur verið leiðari seinastu fimm árini, at hon ikki fór at stilla uppaftur, og í dag hevur ein valnevnd valt eftirmann hennara

John Lee varð valdur til leiðara í dag (Mynd: EPA)

John Lee varð valdur til leiðara í dag (Mynd: EPA)

2022-05-08 15:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

4. apríl upplýsti 64 ára gamla Carrie Lam, sum seinastu fimm árini hevur verið politiskur leiðari í Hong Kong, at hon ikki ætlaði at bjóða seg fram til enn eitt fimmáraskeið, og eftirmaður hennara er nú funnin.

Talan er um John Lee, sum í dag varð valdur av valnevndini, sum verður mett at vera sera trúgv móti stýrinum í Beijing. 1416 av teimum 1500 limunum í valnevndini atkvøddu fyri John Lee, sambært Ritzau. Hann var einasta valevnið.

John Lee er í løtuni Chief Secretary for Administration – eitt slag av deildarleiðara og virkandi leiðari, tá sitandi leiðarin er burturstaddur. John Lee er, eins og Carrie Lam, 64 ár, og hann hevur m.a. arbeitt sum løgreglumaður.

Hong Kong varð í 1997 latið aftur til Kina av Stórabretlandi við tí treyt, at Hong Kong skuldi vera eitt partvíst sjálvstýrandi øki, men hesa avtaluna halda prodemokratiskar mótmælisrørslur í Hong Kong nú, at Kina hevur brotið við m.a. ikki at lata fólkið í Hong Kong velja teirra egna leiðara.

Embætistíðin hjá Carrie Lam endar 30. juni, og síðani tekur John Lee yvir sum leiðari. Carrie Lam, sum hevur verið leiðari síðan 2017, er fyrsti kvinnuligi leiðarin í søguni hjá Hong Kong.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder