Mentan

John Martin, Byrta, Eyðun og Terji við Tjarnir

Jólabrak verður í stóru høllini leygarkvøldið undan jólum.

Svenski sangarin John Martin verður høvuðsnavn á jólabrakinum

Svenski sangarin John Martin verður høvuðsnavn á jólabrakinum

2026-09-30 14:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygarkvøldið 19. desember verður lagt upp til eina stóra tónleikaveitslu við Tjarnir, tá Eventz Føroyar skipar fyri Jólabrakinum 2026. Á pallinum verða John Martin, Byrta og Eyðun & Terji. Eitt kvøld við stórum hittum, felagssangi og dansi.

Altjóða hittmakari
Svenski sangarin og sangskrivarin John Martin hevur eina rødd, sum milliónir kring heimin kenna. Hann gjørdist av álvara kendur sum røddin á stórhittinum ‚Don’t You Worry Child’ hjá Swedish House Mafia, og hevur eisini sett sín dám á ‚Reload’ hjá Sebastian Ingrosso og Tommy Trash.
Síðani hevur John Martin givið út egnan tónleik, eitt nú ‘Anywhere for You’, ‘Human’ og ‘Wherever You Go’.

Føroyskur elektropoppur
Byrta við av Guðrið Hansdóttir og Janusi Rasmussen, hevur við sínum eyðkenda elektroniska poppljóði sett sín dám á føroyskan popptónleik.

Við fangandi løgum sum ‚Loyndarmál’ og ‚Norðlýsið’ hava tey ferð eftir ferð fingið áhoyrarar at syngja og dansa við. Á Jólabrakinum verður aftur høvi at uppliva Byrta á stórum palli.

Tá Eyðun og Terji fara á pall saman, eru felagssangur og kend løg ein sjálvsagdur partur av upplivingini.

Atgongumerkjasølan til Jólabrakið 2026 byrjar í morgin, 1. oktober, og fyrstu dagarnar fáast atgongumerkini fyri serprís á eventz.fo og tjarnir.fo. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder