Innanlands

John Martin og Michel Zitron koma aftur

Teir vóru her í 2015 og nú koma teir aftur á Voxbotn

2021-08-06 21:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fjøld og tónleikarar runnu saman í hægri eind. Havnargøtur vórðu umskapaðar til eitt risa dansigólv. Býurin pumpaði sum ongantíð áður. Vit sipa til løtuna, tá John Martin og Michel Zitron framførdu á Okkara Voxbotni í 2015. Slíka framførslu hava vit ikki upplivað áður - ei heldur síðani. Og nú koma teir aftur, at fáa okkum uppá gólv til Okkara Voxbotn 20/21, sum verður hildið vikuskifti 20. og 21. august.

Tað eru 10 ár síðani at Voxbotn sá dagsins ljós, og tað verður hátíðarhildið við manér. Í sambandi við hátíðarhaldið, eru John Martin og Michel Zitron bodnir aftur til Føroya, at framføra fríggjakvøldið 20. august. 

Vanliga framføra teir á størstu pallunum kring knøttin, har fjøldirnar hoppa og dansa til mongu heimshittini. Á stroymingstænastum eru teir eisini óvanliga vælumtóktir. Til dømis hevur risa hittið “Don´t You Worry Child” omanfyri 600 milliónir stroymingar bara á Spotify. 

Á Okkara Voxbotn fara teir at framføra øll tey stóru hittini, sum garantera at fjøldin fer at hoppa. Vit kenna teir við løgum sum “Anywhere For You”, “Reload”, “Red Lights” og ikki minst “Don´t You Worry Child”.

Forsølan byrjaði kl. 16, og tey fyrstu atgongumerkini vóru skrødd burtur. 

Einans 580 atgongumerki eru eftir til fríggjadagin 20. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder