60 ára gamli John Swinney verður nýggjur fyrstiráðharri í Skotlandi. Hetta er greitt, nú skotski tjóðskaparflokkurin, SNP, í dag hevur valt nýggjan formann, skrivar Reuters.
Swinney tekur við eftir Humza Yousaf, sum valdi at fara frá sum formaður og fyrstiráðharri. Sum formaður í Scottish National Party, verður Swinney eisini fyrstiráðharri – tað vil siga stjórarleiðari.
Swinney hevur verið limur í SNP síðan 1979, og er sostatt ein veteranunum í flokkinum.
- Tað er mær ein heiður at verða valdur sum nýggjur leiðari fyri SNP. Eg vil geva alt, sum eg havi fyri at tæna mínum flokki og minum landi, skrivar Swinney á sosiala miðlinum X.
Humza Yousef sat í sessinum sum fyrsti ráðharri í gott eitt ár. Hann legði frá sær síðst í apríl. Hetta tí samstarvið millum SNP og Scottish Greens slitnaði orsaka av ósemju um veðurlagspolitikkin.
Í sambandi við at hann levði frá sær, segði Yousaf, at hann vónaði at SNP, sum hevur 63 av teimum 129 sessunum í skotska tjóðartinginum, kundi halda fram sum minnilutastjórn.
Latið var upp fyri einum stríðsvali um forfólkasessin í SNP, men tá til stykkis kom, var John Swinney einasta valevni til sessin, og hann var tí valdur uttan stórvegis hóvasták.
Evstamark fyri at melda seg sum valevni var á middegi í dag, og tað komu ongi mótvælevni. 60 ára gamli John Swinney hevur sitið í skotska tjóðartinginum síðan 1999.
Swiney hevur fyrr sitið sum formaður fyri skotska tjóðskaparflokkin. Tað var í árunum 2000 til 2004. Hann verður mettur millum tey hóvligu loysingarfólkini í flokkinum.
Men eftir eitt vánaligt tjóðartingsval í 2003 tá SNP misti átta sessir og fór úr 28,7 prosentum niður í 23,8, fór at ridla undir formanssessi hansara. Hann vann tepurt formansvalið hetta árið, men eftir eitt vánaligt val til Evropatingið í 2004, valdi hann at leggja frá sær, og Alex Salmond tók við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald