Innanlands

John William Joensen heldur fram sum formaður í Parkinsonfelagnum

Hann varð, eins og hinir nevndarlimirnir ið stóðu fyri afturvali á aðalfundinum, afturvaldur. Nevndin skipaði seg mánakvøldið. Staðfest varð, at hóast korona er tað eydnast at virka fyri felags málum – limum og felagnum at frama

John William Joensen, formaður, á aðalfundinum, har hann varð afturvaldur. Nevndin skipaði seg mánakvøldið (Mynd: parkinson.fo)

John William Joensen, formaður, á aðalfundinum, har hann varð afturvaldur. Nevndin skipaði seg mánakvøldið (Mynd: parkinson.fo)

2022-03-16 07:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin 5. mars 2022 var aðalfundur hjá Parkinsonfelagnum í Megd húsinum á Íslandsvegnum í høvuðsstaðnum.

Í skrivi um aðalfundin boðar felagið frá, at øll ið stillaði uppaftur til nevndarval vórðu afturvald. Talan var um formannin John William Joensen, tveir aðrir nevndarlimir, Joy Ann Simonsen og Anna Katrina Beder, og tiltakslimirnir Eyðbritt Eysturstein og Anna Berg Danielsen.

Á nevndarfundi mánakvøldið 14. Mars skipaði nevndin seg, og greitt er millum annað at klaksvíkingurin John William Joensen heldur fram sum formaður: 

John William Joensen, formaður
Anna Katrina Beder, næstforkvinna
Joy Ann Simonsen, kassameistari
Elisabeth Magnadóttir Simonsen, skrivari
Birita Juliansdóttir Hansen, nevndarlimir
Eyðbritt Eysturstein og Anna Berg Danielsen, tiltakslimir.

Á heimasíðuni hjá Parkinsonfelagnum stendur millum annað um aðalfundin, at fullsett var í hølunum hjá MEGD.

- Í ár hevði felagið boðið báðum sjúkrarøktarfrøðingunum, sum dagliga starvast á neurologisk ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, at greiða frá arbeiðinum og dagliga samskiftinum við fólk, sum hava parkinson. Undir orðaskiftinum kom fram, at ávís frustratión var við samskifti millum fólk við parkinson og neurologisk ambulatorium. Limirnir fíltust á at tey fingu ikki svar uppá spurningar og í øðrum førum gekk alt ov long tíð at koma í samband við serlæknarnar.

Eingin grøðing er fyri parkinson og alneyðugt er at viðgerðin sum fólk fáa allatíðina verður tillaga støðuni hjá einstaka fólkinum. Tað eru einans 146 fólk við Parkinson í Føroyum og tí koma serlæknar í parkinson regluliga úr útlandinum til Føroyar; ávísar avbjóðingar eru tó við við hesum, millum annað samskiftið, tá serlæknin ikki er á Landssjúkrahúsinum, skrivar parkinson.fo.

Annars varð millum annað staðfest, at hóast korona er tað seinasta árið eydnast at virka fyri felags málum – limum og felagnum at frama. Til ber at lesa alla ársfrágreiðingina her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder