Væl umtókti danski sangarin og listamálarin, Johnny Madsen, er deyður, 73 ára gamal. Hann doyði, raktur av sjúku, stillisliga í heimi sínum á Fanø.
Tað upplýsir sonurin, Rasmus Madsen, og unnustan, Rosita Jørgensen fyri Ekstra Bladet.
- Tað er eingin loyna at pápi mín bjóða kroppi sínum av. Hann var rock’n’roll til tað síðsta. Nú megnaði kroppurin ikki meira, sigur Rasmus Madsen við Ekstra Bladet.
Johnny Madsen byrjaði sum fólkatónleikari í sjeytiárunum kom rættiliga fram í áttati árunum. Gjøgnumbrotið var plátan “Chinatown, Yellow Moon og den sorte fugl” frá 1987 og serliga “Udenfor sæsonen”, sum kom út árið eftir.
Rættiliga fólkakærur í Danmark gjørdist hann í 1992, tá hann var við í projektinum saman við Allan Olsen og Lars Lilholt, sum gav út plátuna “Dalton”.
Johnny Madsen var føddur og vaks upp í Thyborøn, men livdi tað mesta av lívi sínum sum sangari, sangskrivari og listamálari á Fanø út fyri Esbjerg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald