
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur í dag gjørt eina trygdaravtalu við Svøríki.
Hetta hendi undir eini vitjan í Svøríki, har Boris Johnson vitjaði svensku forsætisráðkvinnuna, Magdalena Andersson.
Johnson fer at gera eina líknandi avtalu í Finnlandi, haðar hann fer seinni í dag, skrivar dr.dk.
Í avtaluni lovar Stórabretland at stuðla vápnaðu verjuni hjá teimum báðum londunum, um tey skuldu verið álopin.
Roknað verður við, at Svøríki og Finnland longu í hesi vikuni fara at søkja um limaskap í Nato-verjusamgonguni.
Londini hava tí ynskt serliga trygd í tíðini frá tí at tey senda umsókn til verjusamgonguna, og til tey gerast limir, skrivar Ritzau.
- Eingin skal vera í iva um okkara fulla stuðul til bæði Svøríki og Finnland, segði Johnson undir vitjanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald