Uttanlands

Johnson og Hunt høvdu sítt einasta sjónvarpskjak í gjárkvøldið

Um tvær vikur verður greitt, hvør av hesum verður nýggur forsætisráðharri

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-07-10 08:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani Teresa May síðst í mai kunngjørdi, at hon legði frá sær sum forsetisráðharri í Bretlandi og floksleiðari í Konservativa flokkinum, hevur spurningurin verið, hvør skal avloysa hana. 

Valið stendur ímillum Boris Johnson, ið millum annað hevur verið borgarstjóri í London, og uttanríkisráðharran Jeremy Hunt. Johnson er favoritturin at taka yvir, og í gjár kjakaðist hann við sín mótstøðumann í beinleiðis kjaki í sjónvarpinunm.

Brexit var sjálvandi eitt høvðusevni, og 55-ára gamli Johnson sló fast, at Bretland skuldi verða farið úr ES áðrenn 31.oktober. Hann segði, at ES fer at geva bretum tað avtaluna, ið teir hava tørv á

Tá Hunt spurdi, hvussu langt Johnson vildi fara fyri at tryggja hesum - um hann til dømis fór at senda tingið heim, fyri at trýsta Brexit ígjøgnum - vildi Boris Johnson ikki heilt svara greitt.

Teir áleið 160.000 limirnir í Konservativa flokkinum skulu greiða sína atkvøðu um nýggjan leiðara í seinasta lagi 22. juli. Vinnarin verður kunngjørdur dagin eftir, og 24. juli kann Johnson ella Hunt byrjað í starvinum í Downing Street 10. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder