Boris Johnson, sum væntandi verður nýggjur bretskur forsætisráðharri eftir Theresa May, roknar ikki við, at Bretland fer úr ES uttan at hava fingið eina avtalu. Tað sigur hann við BBC.
Men hinvegin, er hann ikki bangin fyri at taka Bretland úr felagsskapinum uttan eina atalu, leggur hann afturat, samstundis sum hann sigur, at avtalan, sum Theresa May gjørdi, er ”deyð”.
Hann ynskirtí eina nýggja avtalu, serliga um leiklutin hjá Norðurírlandi.
Bretland skuldi verið farið úr ES 29. mars, men hetta er útsett til 31. oktober. ES-nevndin heldur fast um, at tað ikki kemur upp á tal at fara undir nýggjar samráðingar um eina avtalu. Avbjóðingin er kortini at vorða fyri, at kemur eitt sokallað hart mark millum bretska landslutin Norðurírland og ES-landið Írland.
Tað er tann parturin, sum hevur fingið harðastu mótstøðu í konservativa flokkinum.
Boris Johnson sigur, at hann hevur vónir um, at hann kann fáa ES-leiðararnar við til at finna eina loysn.
Johnson hevur annars mest verið í miðlunum í seinastuni í sambandi við húsaófrið um vikuskiftið. Boðað varð frá ógvusligum orðadrátti leygarnáttina í íbúðini hjá unnustuni. Har hoyrdist skrál og ljóðið av knústum glasi.
Fleiri framstandandi konservativir limir hava ógvast inn á tað, sum er hent.
Men sjálvur kallar hann tað ”unfair”, at viðurskiftini millum hann og unnustuna verða drinin inn í kjakið.
160.000 konsatervativir flokslimir skulu nú halda uratkvøðu um formanssessin. Atkvøðugreiðslan skal gera av, um tað verður Johnson ella uttanríkisráðharrin, Jeremy Hunt, ið skal vera komandi formaður floksins og harvið eisini landsins komandi forsætisráðharri.
Atkvøðugreiðslan er væntandi liðug um 22. juli, skrivar Ritzau
Even the Daily Telegraph leads with this story. pic.twitter.com/QwCXWLxylW
— The Media Tweets (@TheMediaTweets) 22. juni 2019
Even the Daily Telegraph leads with this story. pic.twitter.com/QwCXWLxylW
— The Media Tweets (@TheMediaTweets) 22. juni 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald