2024-06-29 16:28

Tað er eitt sindur meira luft í skránni hjá Voxbotn enn upprunaliga ætlað. Konsertin við Jokeren, sum skuldi spæla klokkan 20, er avlýst.
- Av tí orsøk at Jokeren ikki er komin til landið við bókaða flogfarinum, er konsertin hjá honum á Voxbotn tíverri avlýst, sigur Voxbotn.
Konsertdagurin fór í gongd klokkan 15 og heldur fram til klokkan 3 í nátt.
Fyrsta stóra navnið verður Ester Skála á Effo pallinum klokkan 17. Burhan G tekur yvir klokkan 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald