Uttanlands

Jøklarnir á Himalaya tiðna skjótari enn væntað

Fjallaketan missir 7,5 milliardir tons av ísi hvørt ár

Mount Everest (Mynd: EPA)

Mount Everest (Mynd: EPA)

2019-06-20 12:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Granskarar rópa varskó, nú tað vísir seg, at ísurin á Himalaya fjallaketuni tiðnar nógv skjótari enn fyrr hevur verið hildið.

Tað er gransking av myndum, tiknar frá njósnarafylgisveinum, sum avdúkar hetta.

Ein bólkur av granskarum, eitt nú frá Columbia University, hava nærgranskað eitt umfatandi savn av myndum og staðfestir, at jøklarnir á Himalaya tiðna tvífalt so skjótt, sum fyrr hildið.

Úrslitini av teirra gransking er júst kunngjørd í náttúruvísundaliga tíðarritinum Science Advances, skrivar AP tíðindastovan.

Tað er nú staðfest, at asiastiska fjallaketan, har heimsins hægsta fjall, Mount Everest, er ein partur, hevur mist tað, ið svarar til eitt prosent av ísinum hvørt ár síðan aldarskiftið.

Sambært granskarum hevur Himalaya nú bara 72 prosent eftir at ísinum, sum lá á fjallaketuni í 1975.

Frá 1975 til 2000 mistu jøklarnir hvørt ár 3,9 milliardir tons av ísi. Men síðan 2000 hevur árligi missurin ligið um 7,5 milliardir tons.

Umleið 650 jøklar eru í Himalayafjøllunum. Økið verður ofta rópt triði pólurin á jørðini orsaka av stóru nøgdini av ísi.

Hóast ísurin tiðnar nógv skjótari, fer hetta tó ikki at elva til hækkandi vatnstøðu á jørðini, ljóðar niðurstøðan hjá granskarunum.

Men hetta fær ógvusligar avleiðingar fyri tær milliónirnar av fólki, sum býr í økinum nærhendis Himalaya.

Jorg Schaefer, sum er granskari í veðurlagi og jarðevnafrøði á Columbia University er ikki í iva um, at tað er vaksandi hitialagið á jørðini, og ikki nakað annað, sum er orsøkin til at ísurin tiðnar á Himalaya, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder