Uttanlands

Jøkul kálvaði – tríggir mans helst deyðir

Fólk eru send til lítlu bygdina Ukkusissat í Norðurgrønlandi at veita raktu familjunum kreppuhjálp

Ukkusissat liggur 50 kilometrar norðan fyri Uummannaq (Mynd: Google)

Ukkusissat liggur 50 kilometrar norðan fyri Uummannaq (Mynd: Google)

2019-09-13 07:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein grønlendskur fiskimaður er funnin deyður og tveir aðrir ikki afturfunnir eftir at ein jøkul nærhendis bygdini Ukkusissat kálvaði.

Teir tríggir menninir royndu eftir lodnu - tað grønlendingar kalla ammasæt - innarlaga í fjørðinum, tá Perliffik jøkulin kálvaði og hvøldi teir báðar bátarnar.

Avannaata kommunan í útnyðringspartinum av Grønlandi, hevur nú sent eitt lið av starvsfólkum til lítlu bygdina Ukkusissat at hjálpa familjunum, sum eru raktar av vanlukkuni.

Vanlukkan hendi týskvøldið, og síðan hevur verið leitað eftir horvnu fiskimonnunum. Tann deyði er ein ungur maður, upplýsir grønlendska løgreglan, meðan teir saknaðu eru 29 og 51 ára gamlir, skrivar grønlendska kringvarpið KNR á netinum.

Løgreglan ávarar nú um at fara ov tætt til jøklarnar.

- Vit heita á borgarar um at halda fjarstøðu frá jøklunum, tí vandi er fyri, at risastór íspetti brotna av og í ringasta føri kunnu elva til stóra flóðaldu, stendur í eini ávaring, sum løgreglan sendi út í gjár.

Ukkusissat liggur einar 50 kilometrar norðan fyri Uummannaq. Har búgva umleið 170 fólk.

Grønlandska kommunan Avannaata í útnyðringspartinum av landinum, hevur sent fólk til lítlu bygdina Ukkusissat, beint norðan fyri Uummannaq, eftir eina vanlukku, sum hendi týskvøldið.

Ein maður doyði og tveir aðrir eru ikki funnir enn eftir at ein jøkul kálvaði innast í fjørðinum og hvøldi teir báðar bátarnar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder