Ikki er øllum plássum í Føroyum unt tann ótrúliga møguleika at hava varðveitt søguligar bygningar og teir skattir hesir hava goymt. So er í hvussu er í gomlu Klakksvíkini, har gamli Klakksvíkshandilin stendur sum ein minnisvarði yvir farna tíð, fólk og siðir. Góð fólk og góðar kreftir í býnum hava verið so at sær komin, at tey hava megnað at varðveita hesi gomlu minni til eftirtíðina.
Hesum kunnu vit ma. takka Norðoya Fornminnissavni/Norðoya Kunningarstovu fyri og kom hetta til sjóndar um jólini. Gamli Klakksvíkshandilin varð partur av jólahaldinum í hesum so týðandi stað í landinum í desember mánaða. Hvørt vikuskiftið varð høvi hjá klaksvíkingum, norðingum og øllum Føroya fólki at støkka inn á gólvið í hesum søguríka handli.
Og mong leitaðu sær í handilin at gera hann til ein part av jólaupplivingunum. Eftir eitt sera væleydnað tiltak kundu tey, sum standa aftanfyri hetta Gudsgivna stað ikki lata vera við at takka teimum vitjandi fyri ta ómetaliga góðu móttøku, sum gamli Klakksvíkshandilin hevur fingið um jólini.
- Tað hevur verið ein fragd at síggja, hvussu tit upplivdu jól í gamla Klakksvíkshandilinum, og øll tey góðu prátaini og áhugaverdu søgurnar hava fingið okkum í sannan jólahýr. Ein av teimum vitjandi kundi ikki lata vera við at fara á heimasíðuna hjá kunningarstovuni og takka við orðunum:
- So nostalgiskt og hugnaligt inni, har mann fer ordiliga aftur í tíðina, nógv góð minni.
Hesin sera spennandi og áhugaverdi bygningurin verður opin aftur 29. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald