Jólatónar & jólagómar er heitið á klassiskari jólakonsert, sum verður mikukvøldið 4. desember.
Ungu úrmælingarnir Ramez Mhaanna (klaver) og Kern Westerberg (violin) spæla tónleik eftir m.a. Debussy, Prokofiev, Beethoven og Bach umframt góðan klassiskan jólatónleik.
Áðrenn konsertina siga teir eitt sindur frá skránni, ímeðan áhoyrararnir kunnu njóta gløgg og mandlurís frá Systrar.
Ramez Mhaanna fekk fyrr í ár Léonie Sonnings Talentprís.
Fríggjadagin 6. desember verður síðsti barnadansurin í ár, og tá verður eisini dansað um flotta jólatræið, sum stendur í forhøllini.
Føroya Symfoniorkestur bjóðar leygardagin 7. og sunnudagin 8. desember til familjukonsert við tónleiki eftir m.a. Leroy Andersen, Tjaikovskij og Terja Rasmussen. Eisini verður tónleikasøgan um Kavamannin hjá Raymond Briggs at hoyra.
Oda Drós Østerø er solistur á violin og stórt barnakór luttekur við næmingum úr Tórshavnar Musikkskúla og Eysturskúlanum.
Árið í Norðurlandahúsinum endar sum vant við hugnaliga norðurlendska siðinum við Lusiugongu. Fríggjadagin 13. desember fara uml. 130 børn frá Tórshavnar Musikkskúla á stóra pallin at syngja og spæla á sera vælumtóktu og altíð útseldu Lusiukonsertini.
14. desember fer Norðurlandahúsið í jólafrí, men inntil tá ber, umframt tiltøkini omanfyri, til at koma í húsið til burðardygga jólaverkstaðin, sum er í Dansistovuni og sjálvandi at njóta ymiskt leskiligt í kaféini Systrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald