Innanlands

Jól við Løkin verður 7. og 8. desember

Aftur í ár ber til at koma í jólahýr við konsertini í Runavík

2019-10-29 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag hava fyriskipararnir boða frá, at árliga jólakonsertin í Løkshøll, Jól við Løkin, verður 7.-8. desember.

Talan er um eitt afturvendandi tiltak, ið nógv hava gjørt sum part av teirra jólasiðvenju. 

Kunngjørt verður so líðandi, hvør kemur at luttaka á ársins jólakonsert, og fyrstu nøvnini verða avdúkaði tá atgongumerkjasølan letur upp 1. november klokkan 18.

Vanliga verða atgongumerkini rivin burtur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder