Innanlands

Jólaaftanskvirra í Náttúrulundini

Nú tað ikki er jólagudstænasta jólaaftan og jóladag, skipar Kirkjan við Norðskála ístaðin fyri jólaaftanskvirru seinnapartin í morgin

2021-12-23 20:56 Author image
Agnar Prestá

Nú vanligu jólaguðstænasturnar ikki verða á skránni, er tað ymiskt, hvussu tað í staðin verður 

Kirkjan við Norðskála hevur valt at skipa tað sum eina jólaaftanskvirru, har kyndlar verða settir upp: 

- Vit seta kyndlar fram við gøtunum og leggja eitt “orð” við hvønn kyndil. Á henda hátt hava vit møguleika at hoyra/lesa jólaboðskapin og samstundis fáa eina hugnaliga og friðaliga løtu í skýmingini

Sunda kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at kyndlarnar tendra klokkan 15, og teir brenna til áleið klokkan 17.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald