
Fyri at bøta um trýstið á vegir og parkeringspláss í miðbýnum, nú jólasølan byrjar av álvara, setur Tórshavnar kommuna eyka ringleið inn frá mánadegnum 14. desember til tollaksmessudag 23. desember.
Talan er um tveir snarbussar, sum ikki koyra eftir fastari tíðarætlan, men sum koyra stútt millum klokkan 12 - 20 allar vikudagar.
Bussarnir koyra eina ringleið, sum knýtir stóru parkeringsøkini í Gundadali og á Hálsi saman við Steinatún og onnur vegamót í miðbýnum. Sostatt fer at liggja væl fyri at seta bilin frá sær og taka ókeypis buss oman í býin og niðan aftur, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Talan er tó ikki um vanligar býarbussar, men um snarbussar, og tískil er ikki pláss fyri barnavognum og koyristólum í jólabussinum.
Maskur verða at fáa í bussunum, og kommunan heitir staðiliga á øll um at nýta masku, nú smittuvandin er vaksandi. Enn einaferð verður mint á, at bussførarnir kunnu nokta fólki atgongd, um tey ikki nýta masku.
Meira kunning um nýggju ringleiðina fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald