Mentan

Jólabýurin í SMS verður tendraður mánadagin

Tann, ið hesa ferð vann við tekningini til jólaposan, fer at tendra Jólabýin, og samstundis verður jólaposin avdúkaður

(Mynd: SMS)

(Mynd: SMS)

2024-11-09 20:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mánadagin, 11. novembur kl. 16.30, verður hugnaligi Jólabýurin á Torginum í SMS tendraður. Tann, ið hesa ferð vann við tekningini til jólaposan, fer at tendra Jólabýin, og samstundis verður jólaposin avdúkaður.

Jólavættrar koma at vitja og bjóða okkurt gott.

Jólabýurin, ið hevur glett bæði vaksin og børn tey seinnu mongu árini, er so við og við vorðin ein partur av jólunum við tað, at tað er vorðið siðvenja hjá nógvum familjum at vitja Jólabýin, og mong kunnu vera samd um, at tað eru eingi jól uttan Jólabýin í SMS.

Jólabýurin hevur skift ham hvørt ár, og tað ger hann sjálvandi aftur í ár. Tað er sostatt altíð ein serstakur spenningur at síggja, hvussu vættrarnir húsast í Jólabýnum, og hvat teir finna upp á hesa ferð.

Tá ið jólabýurin í SMS er tendraður, er bara eftir at siga: "Latið nú jólini koma!"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder